BlueSeventy draktin verður kanska góðkend allíkavæl

BlueSeventy hevur klagað til FINA, at luftfangara-testin hjá Professor Jan-Anders Manson opinbart ikki var heilt eftir forskriftunum, við tað hetta við ‘air trapping effects’ eigur at testast tá ið draktirnar eru strektar, sum tá ið tær eru í nýtslu á kroppinum á svimjaranum, sambært orðingini í The Dubai Charter:

b. MATERIAL:
i. When used, the material shall follow the body shape;
ii. The application of different materials shall not create air trapping effects.

Manson og liðið í Lausanne testa tí draktirnar av nýggjum, og ein nýggj niðurstøða verður so gjørd nú fríggjadagin. Sum altso kann merkja, at BlueSeventy draktirnar og Jaked J01 og Arena X-Glide allíkavæl verða góðkendar, við tað at tær eftir øllum at døma allar lúka allar aðrar treytir, uttan akkurát hetta við ‘luft-fangingini’.

Ja, hetta er av SwimNews.com. Og nei, Craig Lord er ikki nøgdur, við tað at fólk longu fyri mánaðum síðani fingu boð um, at draktirnar máttu testast ‘in conditions that replicated those in play when a swimmer is racing’. Professor Manson hevur nokk arbeitt fullkomiliga eftir forskriftum frá FINA, og FINA fær tí høggið, enn einaferð.

2 thoughts on “BlueSeventy draktin verður kanska góðkend allíkavæl”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.