Løgið sum eingin skrivar um nakra niðurstøðu, nú eftir at FINA í síðstu viku testaði nakrar av draktunum umaftur, av tí at framleiðararnir kravdu at tær skuldu kannast undir umstøðum sum minntu um tá ið svimjari var í draktini. Tað vil siga at tær skuldu strekkjast út, heldur enn bara at kannast óstrektar. Tað nærmasta eg her og nú komi eini útmelding, er at BlueSeventy á bloggu síni her 1. juni sigur at draktirnar hjá teimum stadigvekk ikki eru á listanum yvir góðkendar draktir, men at tey enn vóna at tað er ein feilur. Tey lova eitt ‘update’ um støðuna mikudagin kl 13 PST.