Mare Nostrum er ein røð av svimjistevnum við Miðjarðarhavið, sum hvørt ár tiltrekkir eina rúgvu av heimsins bestu svimjarum. Í ár eru stevnurnar í Canet í Fraklandi, Barcelona í Spania og í Monaco, við luttøku av m.ø. Frederick Bousquet og Alain Bernard. Fyrireikararnir í Canet og Monaco hava longu sambært SwimNews meldað út, at svimjarar skulu halda seg draktirnar á FINA listanum, meðan tey opinbart enn bíða eftir Barcelona. Um Barcelona loyvir øllum draktum, so ætlar Frederick Bousquet sambært SwimNews at svimja í eini Jaked. Og tíðindini fortelja eisini, at Bernard í løtuni testar eina broyttu útgávu av teirri annars í løtuni ólógligu Arena X-Glide, í fjøllunum í Italia.