Amerikanska svimjisambandið meldar nú út at tey frá 1. juni 2009 einans góðtaka draktir sum eru góðkendar á FINA listanum, á til dømis amerikansku meistarastevnuni og amerikansku úttøkustevnunum til HM. Men tey siga eisini rættiliga áhugavert, at FINA listin einans viðkemur ‘nýggjar’ draktir, og at allar traditionellar draktir tí kunnu brúkast, so leingi sum tær hjá konufólki ikki koma upp á hálsin ella út á armarnar, og hjá mannfólki ikki eru longri enn upp á nalvan og niður á knæ.
Additionally, since the FINA-approved list only addresses “new model” swimsuits submitted by swimsuit manufacturers, swimmers will, until otherwise directed by FINA, also be able to wear traditional swimsuits provided the suits meet the following criteria:
- For female swimmers, the swimsuit shall not cover the neck, extend past the shoulders or past the pelvis, and
- For male swimmers, the swimsuit shall not extend above the navel or below the knees.
Eg dugi ikki at finna hvar FINA nevnir at draktirnar skulu vera nýggjar, og tað er eisini eitt sindur frustrerandi at har so ikki er eitt skeringspunkt. Har burdi væl verið ein dagfesting av onkrum slag, sum segði at frá nú av eru draktir ‘nýggjar’?
Avstralska svimjisambandið sigur í tíðindaskrivi, at tey góðtaka bara draktir á FINA listanum, við undantaki av “training suits” …