Í videoini niðanfyri tosar Auburn venjarin Brett Hawke um crawlteknikkin hjá Cesar Cielo og Frederick Bousquet, sum báðir venja hjá honum, og báðir hava valt at svimja við strektum ørmum, bæði yvir og undir vatn. Cesar Cielo vann gull í 50 frí og bronsu í 100 frí á OL í Beijing, og Frederick Bousquet er sum kunnugt fyrsti maður undir 21 sekund í 50 frí á langbana. Hawke tosar eisini stutt um hvussu hann herfyri gav Michael Phelps góð ráð, um ikki at skera við tummilinum á skák niður í vatnið í crawl, men heldur at fara við øllum fingrunum beint til ‘catch’.
Videoskipanin hjá Floswimming er eitt sindur veik… men um tit lata tað koyra ígjøgnum einaferð, so koyrir videoin fínt glíðandi næstu ferð til trýsta á play.
Kjak um videoina sæst her á Floswimming.org:
http://www.floswimming.org/videos/coverage/view_video/235100-hawke-talk/183883-sprint-stroke-work
Er tað draktirnar sum loyva strektar armar at virka ?
Tað verður spennandi at finna útav. Mare Nostrum byrjar í morgin uttan Jaked 01 og Blue Seventy.
Nú er tað ikki akkurát tað sum teir arbeiða við beint her, og hartil hartil svimja teir týðiligvís veruliga róligt. Men skeg (og lætnandi) allíkavæl at síggja, hvussu menniskjasligar vendingarnar hjá Bousquet eru.
Altso einki yvirmenniskjasligt her við at “gera allar vendingar sum um tað var í kapping”, koma 15 metrar út uppá 5 sekund, og hava vendipláturnar í “so at tað veruliga ER sum í kapping”. Men heldur tað meira vanliga “út á rygginum, snara runt, eitt firvaldaspark og so upp aftaná vendiflaggið”.
Kanska er tað tí at teir svimja uppá tvørs, og tí skulu venda ímóti hasum lága kantinum. Men líka mikið… gott at síggja at sjálvt teir bestu onkuntíð velja okkurt frá (her vendingarnar), og altso ikki venja alt perfekt allatíð. Harvið kann eg kanska eisini sjálvur slappa eitt sindur av, við tað at eg plagi at vera eftir svimjarunum allatíð, um hetta (tí at eg onkuntíð havi lisið onkran reypandi útlendskan venjara siga, at tey altíð gjørdu allar vendingar rætt).
Annars haldi eg sjálvur, at videoir sum hesar eru fantastiskar, og kanska líka góðar sum nøkur superdrakt, til at betra um svimjarar um allan heim. Nú kann Einar í Kvívík jú hyggja líka ofta hann hevur hug til, at hvussu heimsins skjótasti svimjari tekur síni tøk.
“hvussu menniskjasligar vendingarnar hjá Bousquet eru”
Men eg má líka siga, at hóðast hann næstan er í coma har, so vendur hann nógv betur enn nógvir føroyskir dreingir gera. Eg hugsi serliga um at føroyingar av onkrari løgnari ársøk venda við strktum beinum, og halda at tað er super cool at plaska nógv í vendingunum.
Kanska tað gongur mega seint at koma runt.. “Men eg plaskaði mest” hugsar onkur ;o)
OK… eg má viðganga, at eg havi gingið og grublað um hetta líka síðani, og enntá verið í hylinum nakrar ferðir, til at vita hvat hetta gekk út uppá. Og eg haldi at eg havi knekkað nøtina …
Tað sum Bousquet ger (um eg giti rætt), er at taka firvaldabeinini úr sjálvari vendingini, og so venja restina av hesari rímiliga reinu búk-til-rygg sprint-vendingina í fasum.
Altso 1) inn at venda, 2) føtur eitt sindur frá hvørjum øðrum, 3) beint út á rygginum, 4) snara við so lítlari orku sum gjørligt, 5) éitt firvaldaspark, og so 6) upp at svimja.
Havi prøvað hetta nakrar ferðir við fyrstaliðnum hjá FLOT, og tað riggar fínt sum teknikk-venjing. Tey sum halda tað verða ov keðiligt, kunnu bara halda eygu við hvussu langt út tey koma, við hesum fáu rørslum.
Og so giti eg at tankin er, at spørkini bara verða eyka guff, tá ið man leggur tey afturat grundrørslunum.
Hatta er so mín teori; men tit mugu gjarna skjóta hana niður 🙂