Brasilski Cesar Cielo svam 21.97, har heimsmetið hjá Eamon Sullivan er 21.28, og tað enn ikki góðkenda hjá Frederick Bousquet er 20.94. Cullen Jones og Bousquet vunnu silvur við 22.17, og Amaury Leveaux var við 22.75 heilt niðri á 8. plássi. Lesið her á SwimNews.com, har hann sjálvur Lord sjálvsagt heldur, at tær lutfalsliga veiku tíðirnar eru tí at teir ikki longur sleppa í svimja í teimum villastu superdraktunum.
Eg haldi ikki man kann takad hasar tídirnar heilt fyri fult, vid tad at svimjararnir nokk liggja og venja til Rom. Men tídirnar í Rom skuldu verid eitt gott barometur fyri hvat draktirnar í veruleikanum hava at siga. Men tad er undrunarvert at teir, sjálvt í tungari venjing, eru so langt frá teirra bestu tídum. Gledi meg til Rom, tad má eg siga.
Hygg eftir vinnaratíðini í 50m frí frá seinasta HM har menn vóru fult niðurtrappaðir. Hesir eru í tungari venjing. Eg veit um nakrar sum vóru við har sum vóru her dagin fyri kappingina, og teir svumu td. 6x50max uppá tíð. Og so onkra laaaanga cr bein seriu. Eg haldi at hatta er flott tá ið eg hugsi um hvussu teir venja beint nú. Monaco verður sikkurt eitt sindur skjótari. Og Rom verður spennandi, sera spennandi.