Rom mest sannlíkt seinasti skansi hjá superdraktunum

FINA stjórin Marculescu sigur her á swimmingworldmagazine.com, at tað var týðingarfeilur og misskiljing tá ið hann varð endurgivin fyri at hava sagt, at “we are here to cut the cancer out”, um tað at superdraktirnar skulu burtur. Og rættar tað til, at “we cannot cut this out simply like a cancer”. Støðan er tó tann sama, at tey hava ikki stundir at loysa trupulleikan beint nú, men ætla at koma við nógv strangari reglum í 2010. Í aðrari grein á heimasíðuni spyr Nancy Brown, um svimjing er við at gerast ein ríkmannaítróttur, eftir at hava verið til árligu YMCA Nationals í USA.

3 thoughts on “Rom mest sannlíkt seinasti skansi hjá superdraktunum”

  1. Nú bleiv eg fyrst av álvara bangin um fornuftina hjá FINA, tá ið sjálvur stjórin sigur at krabbamein er ein ‘einfaldur trupulleiki’. Orsaka meg, men sikken ein klovn, at halda at tað er torførari at fáa superdraktirnar úr svimjing, enn at skera krabbamein burtur. Og sikken eitt forhánilsi inn á øll sum stríðast ella hava stríðst við krabbamein.

  2. Ná, nú vísir tað seg at Craig Lord hevur orðini hjá Marculescu á bandi, at “we are here to cut the cancer out”

    Correspondence received by SwimNews suggests that some doubt that the story below carries official weight and is somehow made up, just as some suggested that when the director of FINA said that the “cancer” would be cut out of the pool SwimNews somehow misquoted him. Let’s make it clear: I have the reference to cancer on a tape in three places (yes, three), the quote was reported by three national news organisations present on the day.

    http://www.swimnews.com/News/view/6918

    1. Eg kom til at hugsa, um hesin maður veit hvat tað er hann hevur sagt?
      Eg kann ikki lata vera við at vóna, at hann ikki dugir betur enskt enn sum so, at hann ikki var greiðir yvir hvat tað var hann vrøvlaði um.

      Annars er C.L nokk so sparin við at nevna tíðirnar hjá Freddy í 50m frí frá 2. parti av Mare Nostrum, kanska hann svam ov skjótt til at tað nú er vert at nevna í hansara heksujagt, og serliga tí at tað er ein maður sum hann “hatar” tí at venjarin hjá honum hevur svara honum aftur. Sikken ein journalistur.
      Eg krossi fingrar, armar og bein fyri at Freddy svimur undir 21,5 í Monaco uttan at vera heilt hvíldur, HM er jú so tætt við. Eg hugsi at tað verður ikki nevnt á SwimNews um so er haha. Og so heimsmet í Rom uttan Jaked 01, hvat skal C.L. so finna uppá… óiva doping spøkilsi.
      Tað er eingin loyna, at eg haldi at C.L. er eitt svín. Hann hevur langa út eftir svimjarum persónligt fleiri ferðir í sínari tápuligu jakstran eftir at koma í Swimming Hall og Fame, og eg bíði bara eftir at onkur lukkar gákin á honum við at hála hann í rættin. Eg veit bara, at um Dirch Lange hevði helvtina av mínum temperamenti, so var C.L. komin illa fyri í Rijeka. Og tað uttan at fara í rættin.
      Eg royni altso ikki at forsvara Jaked eller nakran, eg dámi bara ikki mátan hasin maðurin selur seg og sína vøru uppá.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.