11 heiðursmerkjapláss til danska meistarakapping

Tíðindaskriv frá Svimjisambandinum um DÅM 2009

22 føroyskir svimjarar luttóku her um vikuskiftið á Dansk ÅrgangsMesterskab 2009, sum er danska meistarastevnan fyri svimjarar yngri enn juniorar og seniorar. Ein eitt sindur serlig stevna, við tað at danir forbjóða øllum ‘superdraktum’ á stevnuni, og vit tí uppá gott og ónt kundu fáa staðfest, hvussu okkara yngstu klára seg uttan hesar serligu draktir, í kapping móti javngomlum dønum.

DSC06140

Og úrslitið var gott, tá ið hugsað verður um at stórfavoritturin Eyðbjørn Joensen gjørdist sjúkur upp undir stevnuna. Føroyingarnir kláraðu tilsamans 11 ferðir at svimja seg upp millum 3 teir skjótastu svimjararnar á meistarastevnuni, og 45 ferðir at betra um sínar bestu tíðir, tær 104 ferðir sum føroyingar luttóku í kapping.

Tey 11 bestu úrslitini vóru:

  • Birita Debes nr 3 í 50 frí (27.88)
  • Magnus Jákupsson nr 2 í 200 rygg (2:10.24)
  • Magnus Jákupsson nr 2 í 100 rygg (1:00.10)
  • Poula Ø. Mohr nr 3 í 100 frí (1:00.73)
  • Magnus Jákupsson nr 2 í 400 blandað (4:53.65)
  • Eyðbjørn Joensen nr 3 í 400 frí (4:38.64)
  • Tanja Skaalum nr 2 í 200 bringu (2:49.76)
  • SSF gentur bólkur 2 nr 2 í 4×50 frí (2:04.77)
  • Eyðbjørn Joensen nr 2 í 200 frí (2:11.04)
  • Tanja Skaalum nr 2 í 100 bringu (1:20.14)
  • Eyðbjørn Joensen nr 2 í 50 frí (27.75)

Hartil svumu Sofus Bech og Erna Katrin Olsen úr Suðuroyar Svimjifelag seg til silvurnál í 800 frí. Vit frætta úr Danmark at hetta var ein rættiliga strævin kapping, við tað at dagarnir vóru langir, hallirnar heitar og kappingin hørð, samstundis sum føroyingarnir í Kolding stríddust við at venja seg við hálu endaveggirnar í hylinum.

DSC06177

Eitt samlað yvirlit yvir allar svimjararnir sæst niðanfyri.

Ynskja tit fleiri upplýsingar kunnu tit ringja til venjaran Rúna Gaardbo 217106, ella formannin í Svimjisambandinum Jon Hestoy á tel. 594555

Myndir koma seinni.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.