Tey trý hava til nú bjargað tilsamans 7 av okkara 9 plaseringum í topp-3 á DÅM 2009, í harðari kapping við danir. Flestu føroyingar havað betrað seg í onkrum; men tað er týðiligt at danir eru væl niðurtrappaðir til hesa stevnu. Hartil er Eyðbjørn opinbart sjúkur, og tað er kanska eisini tí gingið eitt sindur eftir hæli hjá okkum, í mun til styrkismetingina áðrenn.
Nú í morgun var eitt sindur soltið hjá okkum, har bara Magnus Jákupsson kláraði at klóra seg til eitt annaðpláss í 100 rygg, í kapping har hann annars var styrkismettur at gerast nummar 1. Ikki tí, Erna Katrin Olsen betraði seg aftur nógv í 400 frí, og Turið í 200 bringu, og í bólki 2 tók Tanja aftur eitt sekund av sínari bestu tíð í 200 blandað. Umframt at Eyðbjørn gjørdi eitt ordiligt hál niðureftir í 200 blandað, frá 2:44.41 til 2:39.86, sum Bjarnason tó sigur er vegna eina í so gamla tíðmeldingartíð.
Oyggjaleikasvimjararnir báðir Poula og Birita svimja lukkutíð eisini skjótt, hóast tær ikki eru niðurtrappaðar til hesa stevnu. Birita hevur havt nakrar smuttarar í ryggsvimjingini, seinastu dagarnar; men í dag vísti hon endliga klassa í ryggsvimjingini, við at svimja 100 rygg uppá 1:06.87 í eini ‘ikki-super’ FS Pro drakt, har hennara besta tíð í Speedo LZR er 1:06.05. Tær svumu báðar bara eitt vet verri enn bestu tíð í 50 frí, fríggjakvøldið, og Poula imponerar hartil við at betra seg nógv í 200 blandað og 200 rygg.
Seinnapartin er so seinasti partur av hesi stevnu í Danmark, har føroyingarnir í bólki 1 skulu svimja serliga 100 frí, og teir í bólki 2 serliga 100 firvald og 100 rygg. Eitt yvirlit yvir luttøkuna kann síggjast her, har eg leypandi seti inn úrslit, so hvørt sum føroyingarnir svimja.