FINA fráboðar sambært SwimNews, at endaligi FINA listin verður kunngjørdur nú mánadagin 22. juni, yvir góðkendar draktir á 2009. Freistin var annars longu nú fríggjadagin 19. juni, at lata inn draktir til nýggja góðkenning, men FINA hevur opinbart útsett kunngerðina eftir umbøn frá franska svimjisambandinum, til ikki at órógva m.a. Paris Open, nú í vikuskiftinum.