Ja, so er tíðin komin til “Open EDF de Natation” í París, har Pál Joensen nú leygarkvøldið skal luttaka í 1500 frí, og sunnudagin í 400 frí. Eingin startlisti er at finna, og tað er tí er rættiliga torført at spáa um útlitini, við tað at vit ikki heilt vita hvørjar hann skal svimja ímóti. Men teir eru so komnir fram, og hava millum annað heilsað uppá Mads Glæsner, so tað skal nokk blíva spennandi.
Fraklendingar hava lagt ein startlista út her:
http://www.openedf.com/accueil-edf-natation/actualites/start-lists-980087.html
Eg finni ikki Pál, men Mads Glæsner skal so í øllum førum svimja 200, 400 og 1500 frí.