L’Equipe hevði sambært SwimNews í gjár eina opnu við upplisting av hvat ið nakrir av heimsins bestu svimjarum halda um superdraktirnar. Eftir øllum at døma var ein stórur meiriluti fyri at fáa avmarkingar í verk:
- Aftur til vanligar, stuttar draktir: Alain Bernard (FRA), Filippo Magnini (ITA), Stefan Nystrand (SWE), Mirna Jukic (AUT), Therese Alshammar (SWE), Paul Biedermann (GER), Hugues Duboscq (FRA)
- Eisini vanligar heildraktir: Alexander Dale Oen (NOR)
- Eisini superdraktir, men við reglum: Eamon Sullivan (AUS), Libby Trickett (AUS), Federica Pellegrini (ITA)
- Ongar reglur: Frederick Bousquet (FRA), Rafael Munoz (ESP), Markus Rogan (AUT)