Russiska Anastasia Zueva svam 27.47 í eini Arena X-Glide á russisku HM úttøkustevnuni í vár, sum hevði verið heimsmet, um ikki FINA eftirfylgjandi valdi at forbjóða Arena X-Glide. Draktin var tá enn ikki góðkend av FINA, men FINA hevði heldur ikki klárt meldað út, hvørjar avleiðingarnar vóru av at svimja í eini enn-ikki-góðkendari drakt.
Á Mare Nostrum í Monaco svimur Zueva so 27.56, sum eisini er undir heimsmet. Hon svimur í eini Arena Revolution, av tí at Arena X-Glide nú eftir 19. mai ikki er á listanum hjá FINA, yvir góðkendar draktir. Men fyriskipararnir í Monaco hava skrásett sær 27.47 sum heimsmet, og kalla hana tí ikki inn til dopingtest. Og nú, tá ið 27.47 ikki verður góðkent sum heimsmet, so verður 27.56 heldur ikki góðkent sum heimsmet, tí at hon ikki varð dopingtestað í Monaco sambært krøvunum til at kunna seta heimsmet.
Zueva hevði fingið 25.000 evrur í bonus, ella umleið 186.000 krónur, um heimsmetið í Monaco hevði verið góðkent. Og til at stroya salt á sárið, so er Arena X-Glide nú góðkend, síðani mánadagin.
Kelda: SwimNews.com
Í sambandi við at Ryosuke Irie ikki fekk sítt heimsmet góðkent:
“The (Japanese) federation feels extremely regretful over FINA’s decision this time. It is very disappointing,” Masafumi Izumi, the body’s general secretary, told reporters.
He complained there had been insufficient communication from FINA regarding the approval process for suits before the meet.
http://www.google.com/hostednews/afp/article/ALeqM5gs2yihbXBc1sNWV2k_8li8mSez_g
FINA hevur eina góðkenningarmannagongd av svimjidraktum. Henda nevnd er ikki byrjað at arbeiða í ár. Fyrr enn ein drakt er góðkend, so er kanst tú ikki brúka hana nakað, ið FINA skal góðkenna.
Tá ið Anastasia Zueva leyp útí í eini Arena X-Glide, visti øll at draktin ikki varð góðkend. Stutt sagt: óansæð hvussu skjótt svomið bleiv, so kundi tað ikki gerast til heimsmet, óansæð um draktin seinni fekk góðkenning. Her inni verður orðið kaos javnan havt á munni. Hugsað tykkum kaosið, um svimjarar vistu at kanska verður draktin góðkend, og so verður heimsmetið góðkend.
Grunnleggjandi haldi eg tí, at siga at FINA hevur snýtt nakran, sum lagt verður upp til í yvirskriftini, er heilt við síðina av.
Jon
Stríddist eina løtu við hasari yvirskriftini, sum skuldi siga at Zueva av onkrari orsøk er snýtt fyri 25.000 evrur, tí at FINA ikki kundi finna útav at koma við greiðum útmeldingum. Altso ikki neyðturviliga at FINA snýtti, men at Zueva varð snýtt av tí at FINA drálaði.
Eingin ivi er um, at tíðin hjá Zuevu í Monaco hevði verið heimsmet, um bara hon eftirfylgjandi hevði verið dopingtestað. Av einhvørjari orsøk er hetta tó ikki gjørt, kanska tí at russiska svimjisambandið kloddaði tað burtur, ella tí at fyriskipararnir ikki vildu.
Zueva kann av góðari orsøk ikki taka testina sjálv, so eg haldi at vit kunnu útiloka hana. Og tí er hon snýtt fyri 25.000 evrur, tí at onkur hevur misskilt støðuna. Men í mínari verð eigur FINA apuna, so leingi sum onnur yvirhøvur kunnu loyva sær at misskilja støðuna.
Spyr ein vissan russiskan 1500m svimjara um hann dámar mátan hansara svimjisamband hondterar heims/evropa met uppá.
*hint* 1500m frí frá innleiðandi til OL, og hygg so hvat evropametið er í 1500m beint nú.
Tað er ikki ábyrgdin hjá FINA at tryggja sær at svimjarar, ið seta heimsmet verða dopingtestaðir. Tað er ábyrgdin hjá FINA at tryggja sær at sambært SW 12.10 ein váttan fyri negativan dopingtest fylgir við. So tað má verða fyriskiparin, og ikki FINA, ið eigur apuna. FINA sendur ikki dopinkontrollantar út til tær einstøku kappingarnar, tað gera svimjisambondini í teimum ymsku londunum og teirra dopingnevnd.
Forbes Carlile veit so í øllum førum hvør ið apan er:
The tragedy is that the results of FINA’s hasty, ill-conceived actions, accompanied by flawed new bylaws, have grievously wounded the credibility and integrity of the sport, and in so doing have, with studied delay, caused a considerable waste of time, effort and money.
http://www.swimnews.com/news/view/6971