Sólin hevur skinið her og har og allastaðni í allan dag, so vit hava sikkurt fingið í so nógv á húðina. Venjingin gekk ókey í dag, og setanin av Oyggjaleikum var eisini ókey. Men ímóti endanum merktist tað, at vit hava ferðast og rokast síðani kl 4 🙂
Her er stak vánaligt bussamband, og tá ið ein spyr um hvussu, nær og hvar, so veit eingin nakað… jawohl…
Men Miðlahúsið hevur nú sett ein minibuss inn fyri at hjálpa føroyska svimjilandsliðnum ;o)