Genta sogin inn í vatnpumpu í svimjihyli í Albertslund

Tað stendur um lív hjá eini 11 ára gamlari gentu, sum av ókendum orsøkum slapp so nær vatnpumpuni til ein vatnrusjubana í Albertslund, at hon var sogin hálvt inn í pumpuna, undir vatnskorpuni. Har vóru einir 1000 fólk til staðar tá ið óhappið hendi, og tey fingu sjálvsagt øll bjóðað kreppuhjálp. Gentan liggur í respirator, og læknar hava staðfest at heilin er svollin eitt sindur. Les jp.dk, eb.dk og ing.dk

3 thoughts on “Genta sogin inn í vatnpumpu í svimjihyli í Albertslund”

  1. Ein líknandi vanlukka hendi í Teilandi, tá ein 14 ára gamalur drongur fór niður í eina vatnpumpu eftir svimjibrillunum. Foreldrini royndu í ein hálvan tíma at sannføra lívbjargarunum um ólukkuna, men lívbjargarnir søgdu at slíkt kundi ikki henda. Drongurin doyði. Les meira á tv2.dk.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.