Samandráttur av svimjingini á Álandi

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Føroysku svimjararnir vunnu tilsamans 21 gullheiðursmerki, 11 silvurheiðursmerki og 11 bronsuheiðursmerki á Oyggjaleikum á Álandi. Hartil settu teir 15 nýggj oyggjaleikamet, 20 føroysk met, 7 juniormet og 6 landsliðsmet, umframt at ein svam seg til gullnál, og at ein afturat kláraði kravtíð til EM í Istanbul í desember. Allir svimjarar settu persónligt met í onkrari grein, og allir vunnu sær okkurt gullheiðursmerki, sum er eindømi í føroyskari svimjing.

CIMG0276

Hóast at tvey gullmerki ruku vegna kolldøming í liðsvimjingini, og onkur onnur vórðu mist bara við fáum tíggjundapørtum, so hava vit alla orsøk til at fegnast um úrslitini hjá okkara svimjarum á Álandi. Tey vunnu klárt kappingina um at vinna flest heiðursmerki á svimjistevnuni, og vóru eisini týðandi lutur til at Føroyar kundu vinna samlaðu kappingina um heiðursmerki, í øllum ítróttargreinum tilsamans. Tey prógvaðu seg sum skjótasti svimjihópurin á hesum Oyggjaleikum, og á øllum Oyggjaleikum sum nakrantíð hava verið, nú tey vunnu 4×50 frí og 4×50 blandað hjá kvinnum, 4×50 blandað hjá monnum, 8×50 frí hjá monnum og kvinnum, og mest sannlíkt mistu 4×50 frí hjá monnum bara vegna kolldøming. Genturnar vunnu gull í øllum greinum á 50 metra teininum, og Pál vann gull í øllum frígreinum frá 50 til 1500. Vit vunnu bæði 800 hjá kvinnum og 1500 frí hjá monnum, og yvirhøvur gull og annað gylt í øllum greinum og á øllum teinum.

Talan er sum heild um eitt ungt lið, sum væl kann gera seg galdandi eisini á komandi Oyggjaleikum. Fleiri svimjarar eru á veg inn á liðið, og allir møguleikar eru tí opnir, til at kunna klára seg væl á Isle of Wight. Størsti spurningur er fyri so vítt, um vit kunnu fasthalda høga støðið á venjing hjá hesum svimjarum, serliga hvat venjarum viðvíkur, og um vit onkunsvegna kunnu betrað eisini um karmarnar, í hesum tíðum við fíggjarkreppu. Tí eingin ivi er um, at vit kunnu klára okkum líka væl og enn betri, um venjingarumstøðurnar batna, til dømis við meira pláss í hyljunum, og betri møguleikum at venja styrki á landi.

Komandi vikuna fer Pauli Ø. Mohr at luttaka á evropeisku juniormeistarastevnuna í Prag, har hann hósdagin skal svimja 100 frí, og sunnudagin 50 frí. Í Tallinn venja tey fýra Birita Debes, Shaila millum Garðarnar, Kári J. á Høvdanum og Pál Joensen nú fram í móti heimsmeistarastevnuna í Rom, sum verður tann 26. juli til 2. august. Og so byrjar heysthálvan, við føroyskum stevnum, møguligum íslendsk-føroyskum landsdysti, umframt luttøku á World Cup, norðurlendsku juniormeistarastevnuni, evropeisku meistarastevnuni og øðrum. Og síðani kemur várhálvan, við enn fleiri avbjóðingum 🙂

Afturkomin til Føroyar
Rókur í Jákupsstovu
vegna Svimjisamband Føroya

Viðfest er rokniark við øllum úrslitum frá innleiðandi riðlum og finalum, við liting av teimum úrslitum sum góvu heiðursmerki, og viðmerking um tey met og líknandi sum vórðu sett. Hartil felagsmynd á Hotel Godby, av føroyska svimjilandsliðnum við sínum heiðursmerkjum um hálsin.

5 thoughts on “Samandráttur av svimjingini á Álandi”

    1. Var tað ikki onkur í Álandi sum snýtti við el tíðini?
      Eg kann ikki lata vera við at siga tað, tí tað er vanliga niðurlagi tá ið onkur úr Susvim svimur skjótt, og serliga tá ið tað er Mona.

        1. Nú var hatta til tey sum løgdu tað út í orð at okur fuskaðu við tíðunum, onkur kallaði inn til SSF fund um tað.
          Og nei, eg gloymi tað aldrin, aldrin.

  1. Poula setti juniormet í 100 frí, sum fyrsti svimjari í 4×100 frí finaluni. Tíðin var 59.38, sum merkir at hon varð fyrsta juniorgenta undir minuttin.

    Hartil setti Birita juniormet í 50 rygg, sum fyrsti svimjari í 4×50 blandað finaluni. Tíðin var 30.30, sum hon so aftur betraði um í 50 rygg einstaklingakappingini.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.