Forsvarandi heimsmeistarin í 800 frí hevur til nú verið noydd at melda frá 200 og 400 frí, og ivast stórliga í um hon verður klár til 800 metrar innleiðandi, fríggjadagin. Hon hevur influensa-líknandi symptom, sum ikki er so gott, tá ið man hugsar um at 4 av hennara liðfelagar úr “The Fish” hava fingið staðfest svínakrím. Amerikansku úttøkureglurnar eru soleiðis, at tú skalt vera millum nr 1 og 2 á hesi úttøkustevnu, um tú vilt við sum einstaklingur til HM í Rom. Les reachforthewall.com