So hevur Pauli svomið sína fyrstu kapping á evropameistarstevnuni fyri juniorar, sum í ár er í Prag í Kekkia. Greinin var 100 frí, og tíðin 54.85 sekund, sum er persónligt met hjá Paula. Pál Joensen eigur føroyska metið á 53.55, frá donsku meistarstevnuni í vár, og annars svam russiski Daniil Izotov skjótast í morgun, við nýggjum evropeiskum juniormetið á 49.20 sekund.
Tað gongur skjótt niðureftir, á hasari stevnuni. Fyrst setur Izotov juniormet við 49.20 í innleiðandi, og so svimur Leonardi næstan 4 tíggjundapartar skjótari í hálvfinaluni.
http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/21638.asp?q=European%20Junior%20Championships:%20Four%20European%20Junior%20Records%20Set