Rókur ringdi nú úr Rom og fortaldi, at alt gongur hampuliga væl í Rom. Tó hevur hann ikki fingið fatur í eina drakt til Biritu. Tað eru í løtuni ongar Jaked draktir í hennara stødd, eiheldur støddin sum er størri, sum man síðani kann fáa býtt um. Gravgangurin eftir Jaked draktum er so øgiligur, at køin gongur frá Jaked handlinum gjøgnum nakrar trappur og framvið Speedo handilin.
Hin “trupulleikin”, sum kanska onnur hava sæð, er at tað hevur gingið so sum so við at fáa startlistarnar á netið. Í løtuni eru startlistarnir ikki at finna á roma09.it ella á Omega Live timing. Men tey hava fingið avrit av listunum í Rom.
Og so er tað internetið. Eingin streymur er í pressucentrinum til farteldur, og haraftrat verður tað øgiliga heitt har inni. Netsambandið er, sum vit áður hava hoyrt, dýrt á hotellinum.
Tey lata annars væl at í hitanum. Onkur kend anlit eru at síggja í hópinum í Rom. Vit hoyra meira úr Rom seinni.
Vit hava fingið hann, og skimmað hann ígjøgnum, og tað sær bara OK út. Svimjararnir hava ikki sæð hann enn, so eg fari ikki at koma so nógv nærri inn á hann beint nú. Men einki soleiðis “uha uha”, annað enn at har eru t.d. 3 tættskrivaðar síður við tilmeldingum til 400 frí (sum merkir at tað fer at taka laanga tíð at avgreiða bara ta einu kappingina)
Tað er nokk orsøkin til hetta við startlistunum, at fólk frítt kunnu melda frá aftur, í øllum førum fram til tekniska fundin í morgin. Bjarnason sigur at startlistin vanliga kemur dagin eftir, tvs. nú leygardagin.