So hava okkara 4 svimjarar verið í kappingarhylinum í Rom, og hann er vist nokk fantastiskur. Spennandi at svimja við persónum sum Oleg Lisogor undir liðini, sum hevur vunnið EM gull einar 19 ferðir, HM gull einar 7 ferðir, og OL gull 6 ferðir.
Her eru nakrar myndir frá svimjingini í morgun:
Pál fær instruksir frá Bjarnasyni …
Birita roynir at finna pláss í hylinum …
Shaila trenar start …
Á myndini við Biritu sær man ein svimjari úr Hvítarusslandi (tættast við Biritu) og tvær frá Zimbabwe. Tann, sum vendir vangan til kameraði kundi verið Kirsty Coventry, ið eigur tvær gull í 200 rygg frá OL í Athen og Beijing. Eitt blindt skot uppá hvør handan úr Hvítarusslandi er kundi verið Alena Popchanka… nei bíða nú, hon svimur vist nokk fyri Frakland nú.
Zimbabwe:
![](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/6/6a/Flag_of_Zimbabwe.svg/125px-Flag_of_Zimbabwe.svg.png)
Hvítarussland:
![](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/8/85/Flag_of_Belarus.svg/125px-Flag_of_Belarus.svg.png)