Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Týsdagin á middegi kom føroyska svimjilandsliðið til Rom, har heimsmeistarastevnan í svimjing byrjar nú sunnudagin. Fyrstu dagarnir gingu mest við at koma upp á pláss, finna runt og venja, til tey í dag fyri fyrstu ferð kundu royna kappingarhylin á Foro Italico, har sjálv HM stevnan skal vera.
Landsliðssvimjarar eru Birita Debes, Shaila millum Garðarnar, Kári J. á Høvdanum og Pál Joensen. Afturat teimum fysioterapeuturin Thurid Kjærbo, landsliðsvenjarin Jón Bjarnason og liðleiðarin Rókur í Jákupsstovu, og hesa fyrstu vikuna eisini Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandi Føroya.
Umstøðurnar eru avbera góðar, hjá okkara svimjarum í Rom. Gistingarhúsið hevur góðan mat, luftkøling og møguleika at myrkaleggja kømrini, og serligir bussar eru settir av til at koyra stutta teinin inn til HM hylin, við møguleika at fáa løgreglumotorsúkklur at gera veg, tá ið ferðslan er ov nógv.
Á hotellinum búgva millum annað svimjarar úr Írlandi, Ísrael, Ný Sælandi, Tunesia, Barbados, Indonesia og Ghana, umframt vatnpolospælarar og synkronsvimjarar úr Ungarn og Macao. Størstu nøvnini eru nokk suðurkoreanski Tae Hwan Park og tunesiski Oussama Mellouli, sum báðir skulu kappast ímóti Pál Joensen, á longri fríteinunum.
Føroysku svimjararnir eru væl fyri, og lata væl at bæði venjing og umstøðum. Italiumenn kundu verið eitt sindur raskari at upplýsa um ymiskt, men føroyingarnir hava tó funnið fram til tað mesta av tí sum er neyðugt at vita og hava, til at heimsmeistarastevnan kann byrja fyri okkara viðkomandi.
á hotellinum í Rom
Rókur í Jákusstovu
vegna Svimjisamband Føroya