Italiumenn er ikki bangnir fyri at broyta ætlan, og tað kom tí okkum til góðar, at teir settu ein eyka buss inn í gjárkvøldið. Í øllum førum høvdu eingi onnur enn vit uppdagað tað, og Birita og eg vóru tí einastu ferðafólk kl 06:05, og fyrst í køina. So nú er bara eftir at fáa hana í hesa elalítla drakt, har bulurin er sum ein dukkutroyggja, og beinini eitt sindur longri.
(Sum tit síggja, so var køin væl stytri í morgun, av tí at tað var so stutt til innleiðandi. Men flestu genturnar vóru í stødd Biritu, so tað var bara gott at vit fóru tíðliga. Og forrestin, so úttalast tað “Djaked”, veit eg nú, frá teimum sum gera hana. Ikki “Djeyked” ella “Jaked”)