Fjølmiðlarnir hugna sær í pausuni

Fjølmiðlafólk hugnaðu sær her í pausuni við at kappast um “The OMEGA Trophy for Journalists”, har tey hvør sær skulu áseta sær onkra tíð í 50 metra frí, og so royna at raka so nær henni sum gjørligt. Opinbart ein endurtakandi kapping, við steypi og øllum, og við luttakarum sum eru meira ella minni seriøsir.

Banzai

Kringvarpsmennirnir vóru til arbeiðis úti á Holiday Inn Rome West, og teir fingu tí tíverri ikki luttikið. Men eg var so farin at forvitnast, og skal siga akkurát sum er, at tað var hylestuttligt. Ein svam í photovesti, onkur í superdrakt við hol á reyvini, og nakrar Speedo LZR vórðu tambaðar sum ongantíð fyrr.

Har vóru eisini kend nøvn í hylinum, sum Domenico Fioravanti, Jani Sievinen og James Hickman.

Skjótasti svimjari varð Fioravanti, við tíðini 25.19 sekund. Tað er ikki langt frá at hann svam tað firvald 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.