Fráboðan frá formanni SSF:
Svimjinevndin hevur í dag tikið avgerð um, at tað sjálvandi skal verða ein onnur kravtíð til juniormet á longum hyli enn í stuttum hyli.
Kravtíðirnar fyri juniormet á í longum hyli verður sostatt listin sum er kunngjørdur +2%. Hesin listi fær samam gildistíð sum hin listin, t.e. 1. september 2008.
Harvið hevur Birita Debes sett trý juniormet á hesi heimsmeistarastevnu. Fyrst við 1:10.30 í 100 rygg, har kravtíðin til juniormet er umleið 1:11.06. Síðani við 32.27 í 50 rygg, har kravtíðin til juniormet er umleið 32.66. Og síðani við 1:03.10 í 100 frí, har kravtíðin til juniormet er umleið 1:03.17. Eg sigi ‘umleið’, tí at eg ikki kenni offisiellu hundraðpartarnar enn.
Trupulleikin var, at kravtíðirnar vóru tær somu til at seta juniormet í 50 metra hyli, sum í 25 metra hyli. Vit brúka í øðrum samanhangi eina umrokning á 2%, til dømis tá ið kravtíðir verða settar til altjóða stevnur, og tað er so tann umrokning sum nú verður brúkt eisini her.