Shaila 29.56 og føroyskt met í 50 firvald

Shaila millum Garðarnar hevur í morgun sett føroyskt met í 50 firvald, við tíðini 29.56, har hennara føroyska met frá donsku meistarastevnuni í Gladsaxe í 2008 var 29.80. Shaila varð samanlagt nummar 77 av 132 luttakandi.

DSC_1632

One thought on “Shaila 29.56 og føroyskt met í 50 firvald”

  1. Til stuttleikar kann nevnast, at Therese Alshammar svam skjótastu tíð í morgun, stevnumet 25.44, har heimsmetið hjá Veldhuis er 25.33. Hartil svam norska Ingvild Snildal triðbestu tíð 25.62, svenska Sarah Sjöström fjórðbestu 25.74, og danska Jeanette Ottesen sjeyndbestu 25.86. Tær verða tí heilar fýra úr norðurlondum í hálvfinaluni í kvøld.

    So vítt eg veit, er einasti savnandi faktorur her, tá ið tað kemur til svimjing, at Rein Haljand er ella hevur verið aktivur í hesum londum. Ottesen hevur beinleiðis kallað hann fyri geni, og hini kunnu væl hugsast at hava fingið hjálp frá honum, annaðhvørt beinleiðis, ella óbeinleiðis gjøgnum venjararnar.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.