Legg til merkis hvussu heilt ófatiliga nógv Phelps vinnur inn á Cavic runt seinasta vendiflagg. Og dyrka hvussu pumpaður hann var, tá ið hann sá at hann hevði vunnið og sett heimsmet, sum fyrsti undir 50 sekund 🙂
(Betri góðska sæst í útgávuni hjá Universal Sports)
Universal Sports skrivar her vítt og breitt um hvussu hetta var tann størsta ikki-olympiska løtan í svimjisøguni: “This was a moment when ordinary people, in an echo of the summer of 2008, were talking about swimming. Not football or baseball or whatever. This was swimming live on American TV, swimming on the sports highlights shows, swimming on sports and even news shows airing not just in the United States but around the world. Because of Michael Phelps.”
Cavic hevði argað Phelps við at siga, at Phelps bara vann 100 firvald í Beijing vegna tíðtakingarútgerðina. Og bjóðaði seg nú í Rom til at keypa eina Arena X-Glide til Phelps, so at hann kundi vera kappingarførur. Phelps svaraði, at hann hann fór at lata svimjingina tosa. Tveir mans lið um lið, við hvør sínari styrki: Cavic teir fyrstu 50, og Phelps teir síðstu. Phelps vann og feiraði tað sum ongantíð fyrr, og úttalaði at “tað kemur ikki ann uppá draktina, men uppá hvussu tú venur. Cavic angraði ikki síni orð, men rósaði Phelps: “There are no regrets. I did my best. He did something huge. Huge.”
Í Los Angeles Times skriva tey eisini um hesa finalu, at Phelps gott nokk vann, men at draktirnar gera mun. Og so stendur eitt áhugavert niðast, um at hetta við draktunum altso ikki kann samanberast við tøkniligu menningina í til dømis renning, tí at har enn standa met frá dopingdøgunum í 80-unum og 90-unum.
Justifying the new swimming records through comparisons to faster shoes and faster surfaces in track and field are meaningless. Nothing in track has advanced speed enough to break seven track records set by Soviet bloc, Chinese and U.S. women from 1983 through 1993 that have always carried suspicions of performance-enhancing drug use. Most of the records set in swimming the last two years will likely stand at least that long.