Sum nøkur av tykkum kanska longu hava frætt, so er Elspa Mørkøre nú flutt heim aftur til Føroyar, eftir at hava búð og vant í Esbjerg í 2 ár. Og nú í kvøld frætta vit, at hon hevur innskrivað seg sum lim í Ægir, og fer at venja har framyvir. Sera spennandi fyri føroyska svimjing, at fáa hesa gentu heim aftur at venja, sum seinastu árini hevur gjørt seg galdandi bæði í donskum og evropeiskum høpi.
Ógvuliga stuttligt og spennandi at hoyra, at Elspa venur í Føroyum aftur.
Og eg kann næstan ikki bíða eftir tí 🙂
(Hjá Biritu og Poulu er tað ultimativt, at fáa eina gentu sum Elspu at royna at fanga, her upp undir Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuna í desember)
Dan hevur verið so beinasamur at senda mær nakrar myndir, sum Hedvig Matras tók í gjár.
Sí myndasavnið her á Flickr