Petur Heðin á Fløtti og Ægir gjørdu herfyri avtalu um, at hann verður høvuðsvenjari hjá teimum, komandi tvey árini, við ábyrgd fyri serliga venjingini hjá fyrstaliðnum. Ægir hevur hartil gjørt avtalu við Kára J. á Høvdanum, um at hann skal venja annaðlið hjá teimum, saman við Petur Heðini. Og vit kunnu so væl gita, at Kári eisini skiftir til at kappast fyri Ægir, nú svimjiárið 2009/2010 byrjar.
Norðlýsið hevur grein her um skiftið hjá Petur Heðini til Ægir, har tey millum annað skriva rættilig spennandi, at “fyrrverandi venjarin Jóhan Martin Poulsen skal vera ein partur av venjarahópinum við serligum atliti til svimjitekniskar spurningar”. So nú er eftir øllum at døma ein kanón truppur á kantinum í Klaksvík.