Peter Busch á The Morning Swim Show tosar her í videoini við amerikansku Jessica Hardy, sum herfyri setti trý heimsmet í 50 og 100 bringu, á U.S. Open í vikuni eftir HM í Rom. Hardy kundi ikki luttaka á HM í Rom, av tí at hon enn var í karantenu fyri doping, eftir á amerikansku úttøkustevnuni til OL í Beijing í fjør at verða testað positiv við anabolska steroidinum clenbuterol. Ein dómur sum altjóða antidopingfelagskapurin WADA enn metir eigur at vera tvey ár, men sum amerikanska antidopingnevndin hevur stytt til eitt ár, av tí at tað skal hava verið av óvart. Busch og hon tosa um heimsmetini og seinasta árið, umframt um hennara stríð við WADA.
Hardy sigur tíðliga í hasari samrøðuni: “I was training really well all year”
Men altjóða reglurnar hjá WADA siga, at tú mást ikki ein gang venja í einum felag undir WADA, um tú hevur fingið dopingdóm. Faktiskt mást tú ikki vísa teg í felagnum yvirhøvur, uttan tá ið tað hevur við antidoping at gera …
Sí eisini her á antidoping.dk …
Straffen for doping er udelukkelse fra alle trænings- og konkurrenceaktiviteter samt et hvilket som helst ulønnet eller lønnet hverv inden for Danmarks Idræts-Forbund, medlemsorganisationer og foreninger.
Hon venur enn har hon var seinasta ár. Hjá Salo.
Hon sigur jú at hon og Soni (heimsmeistarin frá Roma) venja saman hvønn dag… soooeee hvussu er við at halda hasar reglurnar hjá WADA veit eg ikki, men nógv smuthol mugu vera.