Eg las eina góða herfyri í Ingeniøren, um hvussu einfalt tað er at finna talent til 100 metra renning. Tað er bara at taka fólk inn frá gøtuni, og biðja tey renna 100 metrar. Um tey uttan nakra venjing kunnu renna umleið 11 sekund, so kunnu tey við venjing koma 1 ella 2 sekund longur niður. Og restin kann so opinbart bara gloyma alt um at gerast sprintarar.
Í Bretlandi byrjaðu tey í 2007 eina verkætlan kallað “Sporting Giants“, har tey bóðu 16-25 ára gomul um at melda seg, um dreingirnir vóru yvir 190 cm og genturnar yvir 180 cm, og tey annars høvdu eina rímiliga ítróttarliga bakgrund. Tey fingu eini 4800 umsóknir, og kundu so sortera hesi út til ítróttir sum hondbólt, rógving og flogbólt.
Í Avstralia varð “the Australian Institue of Sport” stovnað í 1981 vegna skommina frá OL í Montreal, tá ið avstraliar ikki vunnu eitt einasta gullheiðursmerki. Uppgávan er at finna og stuðla upp undir møguligar superstjørnur, við at kanna íðkarar niður í 12 ára aldur, fyri talent. Tey kundu hugsað sær at sloppið at kanna DNA hjá talentunum, til at staðfesta ‘sprint-gen’, men sleppa tó ikki hetta enn, vegna forboð frá avstralsku stjórnini.
Les meira her á TimesOnline.com, har tey millum annað skriva um spádóm hjá fronskum vísindamonnum, um at øll heimsmet fara at vera rokkin í frælsum ítrótti ár 2060. Áhugin verður enn stórur, men ítrótturin fer at hoyra til tey sum eru so mikið serliga væl egnað til sín ítrótt, at tey eru nærum ‘freaks’ í mun til restina av okkum. Við Phelps sum nútíðar dømi um heilt serligan kroppsbygnað, soleiðis sum hann er bygdur við langum ryggi, langum ørmum, stuttum beinum og stórum fótum.
Hvat halda tit? Eigur føroyskur ítróttur at fara at leita meira miðvíst eftir talentunum… og so seta tey til tann ítrótt sum tey nú einaferð hóska til?
Ja! Og eg flenni tá ið eg lesi um sprintara testin… hehe
Eg ivist onga løtu í, at ikki ein einasti super sprintari er í Føroyum sum klárar undir 12 sek. í 100m renning heilt uttan venjing. Og tað er genetiskt.
“Og restin kann so opinbart bara gloyma alt um at gerast sprintarar.”
jú jú 😉
Og hetta er galdandi í øllum ítrótti 😉 (við ymiskum “testum” sjálvandi)