Vit hoyrdu ein tala at, á tekniska fundinum í Rom, at muslimskar kvinnur ikki fara at kunna luttaka á svimjistevnum longur, um kravið er at tær skulu vísa lør og armar. Í Bretlandi hava tey nú til tíðir krav í almennum svimjihallum, um at kvinnurnar skulu ganga í ‘burkini’. Í Fraklandi forbjóða tey sovorðnum draktum, av tí at tey halda tær verða óhygiejniskar. Og í Varallo Sesia í Italia er eisini forboð ímóti ‘burkini’, av tí at smá børn kunnu gerast bangin, um tey síggja eina kvinnu í masku. Aja.
(Image courtesy of brimfulofsasha, CC by-nc-sa)