Av isf.fo:
Í samband við aðalfundin í mai 2009 gjørdi Ítróttasamband Føroya eina leiðbeining, sum gevur feløgum, nevndarlimum, kassameistarum, íðkarum, hjálparfólkum v. m. – teimum, sum í tí dagliga vara av ítróttini, innlit í og svar uppá teir mest týðandi tættirnar innan skatt og meirvirðisgjald, tá um ítróttina umræður. Dentur hevur verið lagdur á at gera leiðbeiningina lætt atgongiliga hjá leikfólki, uttan serligt innlit í skatta-og mvg viðurskifti.
Leiðbeiningin er gjørd í tøttum samstarvi við grannskoðara ÍSF´s, Sp/f Grannskoðaravirkið INPACT, løggilt grannskoðaravirki, sum hevur veitt hjálp og ráðgeving i sambandi við útgávuna av leiðbeingini. Leiðbeiningin er býtt upp í 2 partar, har fyrri parturin snýr seg um skattlig viðurskifti, meðan seinni parturin umrøður meirvirðisgjald.Skjøl: