Her er ein øgiliga áhugaverd grein á svimjisíðuni hjá The Washington Post, um hvussu amerikanarar nú við millum øðrum olympiska heiðursmerkjavinnaranum Tom Dolan á odda eru í ferð við at byggja “a most unusual swimming pool”… “using an Australian swim school concept never before tried in the United States”.
Tað serliga við skipanini hjá avstraliumonnum er, at hylurin er stuttur, grunnur og heitur. Tølini eru umleið 14 til 18 metrar langur, 0.9 metrar djúpur og umleið 33 gradur heitur. Orsaka meg, men hetta ljóðar sum næstan allir skúlahyljar í Føroyum, við dýpi sum í Eysturskúlanum og hita sum á Toftum.
Tað snilda við hesum skal vera, at børn frá 3 mánaðar aldri til 8 ár skulu trívast og vera trygg í hylinum. Tey skulu tíma at fara í hylin og at verða verandi har, í mun til tá ið hylurin er størri, kaldari og fyltur við børnum. Tey skulu kunna røkka niður á botn, líka mikið hvar tey rokast í hylinum. Og so verða liðini heilt smá, einans 3-4 børn per svimjivenjara.
Hetta ljóðar avgjørt sum nakað sum kann endurskapast í Føroyum, um tað ikki longu er her. Kanska orsøkin til at smáir hyljar sum teir í Gøtu og á Tvøroyri ‘hóast alt’ hava kunnað skapt so góðar svimjarar.
Hatta við lítla talinum av svimjarum per venjara er kanska eitt sindur av eini avbjóðing. Men ein troyst er, at hvørt lið í USA at byrja við bara fær éina venjing um vikuna, í 30 minuttir. Og at tey so sikkurt seinni kunnu hava fleiri børn per venjara, so hvørt sum tey verða tryggari, sum vit eisini kenna frá norska og føroyska svimjiskúlanum.
Men leggið eisini til merkis, at vit bara tosa um børn upp til 8 ára aldur. Eftir tað, er tað avgjørt betri, um man sleppur í ein ordiligan hyl. Í greinini stendur at hesi børnini eftir ætlan slettis ikki skulu kappast fyrr enn tey eru liðug við hendan svimjiskúlan, og tá vælsagtans farin víðari til ein vanligan amerikanskan hyl, sum altso er væl størri enn hesir ‘ónormalt’ smáu.
Um nakar vil lesa um avstralsku skipanina, sum amerikanarar nú taka til sín í USA, so er heimasíðan http://www.carlile.com.au