USA setir forboð móti ‘superdraktum’ frá 1. oktober 2009

Teir 400 umboðsmennirnir í ‘House of Delegates’ hjá amerikanska svimjisambandinum hava sambært reachforthewall.com so gott sum einmælt samtykt at forbjóða øllum ‘tøkniligum’ svimjidraktum, frá 1. september 2009. Hetta merkir at eingin superdrakt verður loyvd at brúka á svimjistevnu undir norðamerikanskum myndugleika, longu tríggjar mánaðir áðrenn altjóða svimjisambandið FINA íverksetur sama bann. Amerikumenn hava nú sama trupulleika í USA sum í Kanada, at tey onkunsvegna sjálvi mugu definera hvat ein ‘tøknilig’ svimjidrakt er, áðrenn FINA hevur fingið í lag at koma út við sínari allýsing.

3 thoughts on “USA setir forboð móti ‘superdraktum’ frá 1. oktober 2009”

  1. Aja, nú koyrir tað hin vegin, men av somu orsøk. Viðmerkjarar á SwimmingWorld halda lítið um hesa avgerð, av tí at svimjingin hjá teimum hervið enn eina ferð knappliga “flytir mállinjuna”. Tann stóri meirilutin skal vera tí at venjararnir Bowman og Schubert diktera tað, “If one doesn’t play along, he doesn’t get to play”.
    http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/22205.asp?q=USA%20Swimming%20Adopts%20October%201%20Ban%20on%20Speedsuit

    Tony Austin á scaq.blogspot.com er heldur ikki nøgdur:
    http://scaq.blogspot.com/2009/09/usa-swimming-bans-tech-suits-in-less.html

  2. I hate to say I told you so… og hetta kemur tíverri at kosta nógv. Kostnaðurin kemur at síggjast aftur í øllum teimun sum nú gevast… 🙁

  3. Amerikumenn ætla sær ikki at ganga og føla uppá draktirnar, til at meta um hvussu vítt ein drakt er ‘tekstil’ ella ‘ikki-tekstil’

    More specifically, USA Swimming President Jim Wood said, officials will be advised to make judgments in three areas: Is the suit the appropriate length? Is it free of zippers or fasteners, which are now banned? And is the material, whatever it is, the same throughout — in other words, no visible panels, such as those found on Speedo’s popular LZR?

    The answer to all three questions must be yes.

    “We don’t want to go around feeling materials, but those three [evaluations] are pretty easily made,” Wood said.

    http://reachforthewall.com/2009/09/22/what-to-wear-if-it-looks-legal-it-is/

    Handan greinin nevnir eisini at listin hjá FINA yvir bannaðum draktum ikki er í væntu fyrr enn 1. januar 2009 (sum er sami dagur sum forboðið kemur í gildi). Rættiliga frustrerandi, at FINA arbeiðir uppá handan mátan.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.