Ebba Nyberg – søgan um ein dopingdóm

Svenski bringusvimjarin Ebba Nyberg varð í 2006 testað positiv fyri doping, og fekk so í 2007 ein dóm, ið merkti at hon í 2 ár varð útilokað frá allari venjing, øllum kappingum og øllum felagsskapi innan ítrótt yvirhøvur. Her á simma.nu fortelur hon sína søgu, um hvussu hon følir at hon varð dømd fyri nakað sum eftir røttum slettis ikki er doping hjá kvinnum, bara tí at hon tók eitt kosttilskot sum vísti seg at vera dálkað við evninum. Um hvussu lítlan stuðul hon fekk frá ítróttinum, frá tí at dopingin varð staðfest, og um hvussu tað var at skula venja púra einsamøll, í 2 ár.



Nyberg varð dømd fyri at hava dopað seg við evninum “Androst-1,4,6-trien.3,17-dione“, sum verður nýtt serliga til viðgerð av kvinnum við bróstkrabba, við tað at tað avmarkar um framleiðslu av kvinnuliga hormoninum østrogen. Nyberg sigur at hetta evnið fram til 2005 bara var dopingevni hjá monnum, við tað at man ikki heldur at tað gevur nakra fremjandi effekt hjá kvinnum, og at tað tí tók serliga langa tíð at viðgera royndirnar hjá henni, nú tey á rannsóknarstovuni ongantíð høvdu sæð kvinnur dopa seg soleiðis fyrr. Og at tað hartil er lítið hugaligt at vita, at hetta evni kann geva kvinnu varandi mein, so sum lívssøri (sterilitet) og beinbroyksni.

Hon hevði sjálvsagt ógvuliga tungt við at motivera seg til venjing, í fyrstuni meðan dopingsakin koyrdi, men fór so undir at venja serliga renning. Tað var tungt at skula oman í hylin at venja einsamøll, og hartil vóru sjálvsagt nógvar kenslur runt alla hendingina, at hava fingið dopingdóm. Av tí følir hon tað eisini sum eitt kall í dag at fortelja fyri øðrum, um hesa uppliving, og arbeiðir tí eisini í dag sum kostráðgevi, heilsupedagog og persónligur venjari, umframt at hon regluliga heldur fyrilestrar um doping. Tað er gjørligt at seta spurningar ella gera viðmerkingar, á simma.nu.

2 thoughts on “Ebba Nyberg – søgan um ein dopingdóm”

  1. “Det är naivt att tro att en banan och smörgåsmacka räcker”, sigur Nystrand um tað at Ebba Nyberg í dag mælir ítróttarfólki frá at taka kosttilskot yvirhøvur. “För att hålla en hög nivå, och för att vi i Sverige ska hänga med, behövs kosttillskott. För mig i alla fall”
    http://www.dn.se/sport/simning-kosttillskott-1.904092

    Í greinini á simma.nu stendur, at sakførarin hjá Nyberg hevur mælt henni frá at siga alment, hvat slag av kosttilskoti sum talan var um. Men talan er um eitt heilt vanligt kosttilskot, sum síðani fór av marknaðinum eina løtu, til at tað kom aftur í einum nýggjum innpakningi.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.