Pugh ætlar at svimja á Mount Everest

Bretin Lewis Gordon Pugh er tiltikin havsvimjari, sum hevur svomið í ísakøldum vatni runt um í heiminum, bara í svimjibuksum. Hann hevur til dømis svomið 1 km á Norðpólinum, í vatni sum var -1.7° Celcius, til at vísa á at broytingar í veðurlagnum hava tiðna stórar partar av ísinum har burtur. Nú ætlar hann sær at svimja 1 km í umleið 5300 metrar hædd í einum vatni á Mount Everest, aftur til at vísa á at veðurlagið fær jøklarnar har at svinna, við vanda fyri at drekkivatni svinnur hjá 1.3 milliardum menniskjum. Les t.d. BBC News og sí Polar Defense Project.

Her er ein video har hann greiðir frá túrinum til Norðpólin. Nokk so langt, men einir 10 minuttir inni í videoini sær man video frá túrinum og svimjingini. Fyristillið tykkum… tað tók 4 mánaðir áðrenn hann aftur føldi sínar hendur ! :-S


Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.