Ítróttarstjørnur finna sær ofta starv sum venjari, ráðgevi ella ítróttarviðmerkjari, tá ið tey eru liðug sum aktiv. Men kósin er tó greið hjá svimjara nr 2 í tiltiknu 4×100 frí stafettini hjá USA frá OL í Beijing, at Garrett Weber-Gale vil verða kokkur, tá ið hann gevst einaferð um eini 5 ár. Ordiliga fínur kokkur, sum til dømis varð verandi í Italia allan august, til at læra frá italskum meistarakokkum, og sum nú í oktober mánaða fer at hava sítt egna kokka-show á WDJT-TV í USA. Niðanfyri standandi video er funnin á hansara kokka-heimasíðu athleticfoodie.com, har tú eisini finnur uppskriftir og annað gott hjá honum. Les jsonline.com
Garrett er eisini óførur at skriva um svimjing og serliga mat.
http://garrettwebergale.blogspot.com/
Skjótar viðmerkingar hjá honum, sum t.d. “Do NOT call me Sir…I don’t care if I’m a billionaire, the President, a CEO or a bum…my name is Garrett…wear that baby out…!”
http://twitter.com/G_WeberGale