USA Swimming gjørt sær lista yvir góðkendar draktir

Amerikanska svimjisambandið hevur sjálvsagt brúk fyri ein lista yvir góðkendar draktir, nú tey frá í morgin tann 1. oktober forbjóða øllum ‘superdraktum’. Men síðani at FINA ikki kemur við sínum lista fyrr enn einaferð runt tann 1. januar 2010, so hava tey í USA verið noydd at finna onkra fyribils loysn, og hava tí valt bara at spyrja framleiðararnar sjálvar, um hvørjar draktir sum teir meta kunnu yvirhalda nýggju reglurnar. Sum eru at draktin má bara ganga niður á knæ, upp til nalvan hjá monnum og upp til hálsin hjá kvinnum, umframt at vera úr ‘tekstilum’, og uttan lynlás ella líknandi. Les reachforthewall.com

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.