Pál og tvey afturat til World Cup í heyst

Pál Joensen fer í november at luttaka á World Cup stevnuni í Moskva tann 6. til 7. november, í Stockholm tann 10. til 11. november, og í Berlin tann 14. til 15. november. Í hesum sambandi hevur Svimjisamband Føroya avgjørt, at senda teir føroysku svimjarar av hvør sínum kyni afturat Pál Joensen til World Cup í Berlin, sum í tíðarskeiðnum 1. september til 31. oktober 2009 náa hægsta FINA stigatal í einari svimjigrein, á offisiellari svimjistevnu.

Nú eftir fyrstu svimjistevnu í hesum tíðarskeiði, er støðan tann, at tað í løtuni eru Mona Simonsen úr SuSvim og Pauli Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag, sum liggja til at sleppa við til Berlin.

Topp 3 hjá kvinnum:

  1. Mona Simonsen, SuSvim, 400 frí, 4:28.40 – 700 FINA stig
  2. Birita Debes, FLOT, 50 rygg, 30.46 – 670 FINA stig
  3. Shaila millum Garðarnar, SuSvim, 50 frí, 27.43 – 652 FINA stig

Topp 3 hjá monnum:

  1. Pauli Ø. Mohr, FS, 50 frí, 23.65 – 686 FINA stig
  2. Kári J. á Høvdanum, Ægir, 50 rygg, 26.46 – 672 FINA stig
  3. Andrass Thomsen, HS, 400 frí, 4:10.77 – 640 FINA stig


“FINA stig” er ein viðurkendur háttur hjá altjóða svimjisambandinum at rokna út stig fyri svimjiavrik í mun til heimsstøðið í viðkomandi svimjigrein, so at til ber at samanbera til dømis úrslit í 200 bringusvimjing, við úrslit í 1500 frí. Svimjisambandið nýtir í kappingini nú ta galdandi “FINA Point Scoring 2009” stigatalvuna, sum tit kunnu finna yvirlit av og roknimaskinur til her á SwimRankings.net.

World Cup stevnurnar er ein árlig røð av svimjistevnum undir altjóða svimjisambandinum FINA, har luttakararnir kappast um peningavirðislønir á tilsamans minst 100.000 dollarar á hvørjari einstakari svimjistevnu, til hvønn gull, silvur og bronsuvinnara, umframt fyri at seta heimsmet og gerast samlaður vinnari av World Cup. Í ár eru stevnurnar í Suðurafrika, Russlandi, Svøríki, Týskalandi og Singapore, og luttakarar eru millum annað sjálvur Michael Phelps, umframt ein rúgva av øðrum svimjistjørnum.

Luttøkan hjá Páli Joensen ber til vegna tær 600.000 krónurnar sum Føroya Løgting játtaði Ítróttarsambandi Føroya til úrvalsarbeiði í fjør, harav Ítróttarsamband Føroya síðani tillutaði Svimjisamband Føroya 350.000 krónur, sum oyramerktan stuðul til Pál Joensen. Svimjisambandið hevur nýtt hesar pengar til luttøku hjá Páli Joensen í altjóða kapping, umframt til venjingarlegur og líknandi hjá honum í sambandi við hesum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.