Tey á www.swimnetwork.com hava spurgt serfrøðingar um hvussu alkohol ávirkar kroppin hjá ítróttarfólki , og svarið er einki serligt. Alkohol er vatndrívandi og skapar mjólkarsýru í kroppinum, sum viðførir minni orku og longri tíð áðrenn kroppurin kemur fyri seg aftur eftir venjing, umframt at andsperran verður verri. Tað er ein kaloriubumba uttan føðslulig virði, og reaktiónsevnini ávirkast so mikið nógv, at American College of Sports Medicine viðmælir at halda seg púra frá alkoholi í minst 48 tímar áðrenn kapping, sum ein annar flogskipari. Og so skaðir tað svøvnin eisini, so at éin genstandur áðrenn songartíð kanska fær teg at sovna skjótari, men við verri góðsku í sjálvum svøvninum. So loysnin er altso at halda seg heilt burtur frá alkoholi. “Even if you are a light drinker, staying alcohol-free for days, weeks, or months before competition is ideal”. Les swimnetwork.com
Sig tað hart í flest øllum føroyskum ítróttarfeløgum, so siga tey at tú er svakur.
Svimjingin hevur havt handan trupuleikan, men eg vóni at tað er søga nú í dag.
0 alkohol, tað einasta sum riggar.