42 ára gamla amerikanska svimjistjørnan Dara Torres fer nú at fáa skinnabeinið brotið á sær, til at gera rúm fyri at meira bindivevnaður kann vaksa runt um knæið. Eftir tað tekur tað so einar 18 mánaðir, áðrenn hon er komin fyri seg aftur. Torres sigur at hon visti at knæið skuldi opererast, men at hon nú er eitt sindur “freaked out” um at tað skal viðgerast so ógvusliga. Men hon hevur vónur um at hendan viðgerðin nú kann geva henni enn meira motivatión til at koma aftur á OL í London í 2012. Les espn.go.com
(Torres eftir at hava vunnið silvur í 50 frí á OL í Beijing. Picture courtesy of bryangeek, cc by-sa)
Dara Torres skrivaði á Twitter sunnudagin:
“Surg was approved, all set for knee surg Oct 20th….excited but scared!! Maj, maj surg!”
[Sum tey siga í USA: “Break a leg” :-)]
Les meira á twitter.com/DaraTorresswims.
Lat okkum nú kalla ein spaka fyri ein spaka 🙂