Fyrsti partur av FINA Swimming World Cup 2009 verður í Durban í Suðurafrika í morgin og ovurmorgin 16. til 17. oktober, har nakrar av heimsins bestu svimjarum fara at kappast um peningavirðislønur á tilsamans í minsta lagi 102.000 US dollarar, umframt 360.000 US dollarar í samlaðari premiupulju til tey sum vinna mest, næstmest og triðmest av øllum fimm World Cup stevnunum tilsamans, og 10.000 US dollarar til tey sum klára at seta heimsmet.
FINA hevur hesa síðu serliga til stevnuna í Durban, við leinki til ‘live’ úrslit á omegatiming.com, og ‘live streaming’ á universalsports.com. Startlistarnir eru klárir her á omegatiming.com, har vit síggja at teir m.a. eru bara tríggir í 1500 frí, og tríggjar í 800 frí, og at tað yvirhøvur eru mest suðurafrikarnarar, hálendingar og Jessica Hardy sum gera seg galdandi, umframt nakrir einstakir afturat úr serliga Avstraliu, Brasiliu, Týskalandi, USA og Svøríki.
Dammit, eg kundi havt vunnið silvur á World Cup, og verið 1000 US dollarar ríkari !!
http://omegatiming.com/swimming/racearchives/2009/durban/C51A1_SLHeats_6_Heats_Men_400_Medley.pdf
http://www.southafrica.info skrivar her um World Cup:
http://www.southafrica.info/news/sport/swimming-151009.htm
Báðir World Cup vinnararnir frá 2008 eru við aftur nú í Durban, Cameron van der Burgh og Marieke Guehrer:
http://www.universalsports.com/ViewArticle.dbml?DB_OEM_ID=23000&ATCLID=1626278
Hasir fáu svimjararnir í 400, 800 og 1500 vóru teir sum ikki høvdu kvalifiserað seg til finaluna.
Men’s 400 IM slower seed
Yes, that’s right. Slower seed. In a one-man race, South Africa’s Marco La Grange clocked a 4:50.85 as the only person swimming outside of the top eight seeds in timed finals of the distance medley.
http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/22357.asp?q=FINA%20World%20Cup,%20Durban:%20Day%20One%20Prelims%20Underway
Phew, annars hevði tað gott nokk verið pínligt hjá suðurafrikanum, um so fáir svimjarar vóru.
Haldi nú tey róta eitt sindur í tí á omegatiming.com. Um nøkur longu eru kvalifiserað til finaluna, hvar er tá startlistin til finalu? Og hví kann mann longu klikkja á “Total Ranking” undir “Finalur” og síggja at t.d. éin svam í 400 blandað hjá monnum?
Gott at Hestoy ikki meldaði teg til handan 400m blandað so 😉 Muahahaha