Ragnvaldur Jensen megnaði í kvøld at vinna bronsu í 100 bringu, á evropameistarastevnuni fyri brekaði. Tíðin hjá honum var 1:17.20, har silvurvinnarin svam 1:14.70 og gullvinnarin svam 1:10.47, og har tilmeldingartíðin hjá honum var 1:19.97. Ragnvaldur skal svimja tvær kappingar afturat í Reykjavík – 200 blandað í morgin og 100 frí í ovurmorgin.
Eg helt meg hava hoyrt at hann skuldi svimja eisini 200 blandað, men síggi nú at hann manglar á bæði startlista og úrslitalista frá innleiðandi í morgun.
http://www.ifsport.is/ec2009/?yfirf=4