Danska Rikke Møller Pedersen megnaði í gjárkvøldið at seta evropeiskt met eisini í 200 bringu á stuttgeil, tá ið hon á donsku meistastevnuni í heimbýnum Odense svam 2:18.52, har tvey ára gamla evropametið hjá Yuliyu Efimova var 2:19.08. Einans tvær kvinnur hava nú svomið 200 bringu skjótari enn Rikke: Kanadiska Annamay Pierse við heimsmetinum 2:16.83, og avstralska “Lethal” Leisel Jones við fyrrverandi heimsmetinum 2:17.75. Rikke Møller Pedersen er fyrsti dani “í nýggjari tíð” sum hevur átt tvey evropamet í senn (sum væl merkir síðani Ragnvild Hveger & co domineraðu í 1930-unum). Les her á Politiken.dk.
Tað sæst illa á videoini, men hasin ryggurin sær út sum ein Jaked drakt. Mynd á svoem.dk sigur annars Blueseventy, men tað er kanska savnsmynd?
http://www.svoem.dk/t2w_421.asp?art=ar&id=3548&tid=25-10-2009+13%3A14%3A56
Hon svam 100m í B’70, eins og hon gjørdi tað í 200m 😉
Flott, heilt ótrúliga flott svomið av Rikke Møller Pedersen 🙂
Og um allar vendingarnar passaðu ordiligt, hevði tað verið minst 1 sek skjótari!
Men men, 2:18:52, við 7 tøkum per 25 metur, er super duper gott 😉
Tú hevur rætt, hon klárar at gera eina ok vending út av 7 møguligum. Kanska hon ger tað betur tá ið hon er niðurtrappa. Eg giti 2,2 sek. skjótari ;o)
Aja, tað plagdi at hjálpa mer, at verða so perfektionistisk 😛
Men ja, har eru fleiri minni góðar vendingar, við vánaligari timing.. So tað verður spennandi at síggja hana svimja 200 bringu aftur seinni í ár 😉 EM kanska? Ella verður hon við til World Cup?
Ja, Rikke var í TV2 í kvøld, har var sagt, at hon verður við í Moskva, Stockholm og Berlin 😉
Tað verður spennandi! 😀
Mentioned on SwimmingWorld Magazine 🙂 …
“Special thanks to Jon Bjarnason for contributing this report.”
http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/22450.asp?q=Rikke%20Moller%20Peterson%20Downs%20European%20Records%20at%20Danish%20Championships
“Med endnu en europarekord i 200 meter brystsvømning i går er Rikke Møller Pedersen den første dansker i mere end et halvt århundrede, der er indehaver af to europarekorder”
http://politiken.dk/zones/article817219.ece