Tíðindaskriv
Leygardagin 31 okt kl 10.00 skipa einstaklingar og Hósvíkar Róðrarfelag fyri svimjing av Selatrað til Hósvíkar.
Hetta er fyrstu ferð hetta er roynt alment, men hava nakrir svimjarar svomið har á leiðini nakrar ferðir, fyri at kanna og kunna seg við viðurskiftini.
Ætlanir er, at hendan svimjing saman við Nólsoyar- sjómannadags- og jóansøkusvimjingin skulu vera fastir tættir í havsvimjingini.
Hugsað hevur eisini um Skálafjørðin, og tí verður leitað eftir fólki, sum kunnu fyriskipa tiltakinum.
Til ber at skifta í róðrarneystinum frá kl 9.00, og kl 9.45 verða allir svimjararnir sigldir yvir á Selatrað.
Meðan svomið verður eru bátar at ansa svimjarunum, og tryggja, at teir koma trykt vegin fram.
Teinurin er einar 2,4 km langur. Lítið er av streymi, og veðrið altíð gott. (Siga tey bæði í Hósvík og á Selatrað).
Tilmelding hjá Róa í Dali.
581272
ella Evaldi Rasmussen
583273
Men um teir sum skipa fyri hava hug til at síggja svimjarar til eina slíka kapping, so eru teir noyddir til at lesa kappingar-kalendarin hjá SSF.
Eg kundi hugsa mær at koyrt nakrar harðar hálsar úr Susvim við til onkra havsvimjing, men ikki sum tær liggja nú, NO WAY!