Melanie McMullen hevur nøkur góð ráð her á swimnetwork.com, ífall tú sum svimjari (ella yvirhøvur) fær svínakrím, og hevur brúk fyri at koma skjótt fyri teg aftur. Altso so at tað ikki skal kosta alla sesongina.
Í stuttum eru tey:
- Drekk nokk av vesku, og gjarna heitar drykkir
- Et smá, sunn máltíð, ofta
- Sov nógv (einar 8-10 tímar um døgnið)
- Lat verða við at vera fleiri um somu handkløð
- Brúka ikki pengar uppá ‘mirakul-kurar’
- Byrja spakuliga, tá ið tú verður frísk/ur aftur
Og at enda… lat verða við at panikka! Mest sannlíkt ert tú væl fyri aftur um eina viku ella so.