Avgerandi úttøkustevna í Klaksvík, komandi vikuskifti

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

DSC_0113Nú leygardag 31. oktober og sunnudag 1. november verður stór svimjistevna í Klaksvík, har avgerðin fellur um hvør sum sleppur við til fylgjandi altjóða landsliðsuppgávur:

  • World Cup í Berlin tann 15. – 16. november 2009
  • Landsdystur Føroyar-Ísland í Tórshavn tann 28. november 2009
  • Norðurlendsk Juniormeistarastevna (NJM) í Bergen tann 5. – 6. desember 2009
  • Evropeisk Meistarastevna á Stuttgeil (EMS) í Istanbul tann 10. – 13. desember 2009
  • Venjingarlega og Reykjavík International í Reykjavík tann 8. – 18. januar 2010


Krøvini eru ymisk frá stevnu til stevnu, og hóparnir verða tí ikki teir somu, sum fara til øll hesi tiltøk.

Til World Cup í Berlin sendir Svimjisambandið teir báðar svimjarar av hvørjum sínum kyni afturat Pál Joensen, ið frá 1. september til 1. november klára “high score” millum føroyingar í FINA stigum; tað vil siga koma tættast at núverandi heimsstøði. Til NJM og EMS eru ásettar kravtíðir í hvørjari einstaku svimjigrein, sum svimjararnir skulu klára, umframt at svimjarar til NJM sjálvsagt skulu hava junioraldur. Til landsdystin verður eitt lið samansett av 8 gentum og 8 dreingjum, ið tilsamans verða hildin at hava besta kjans at kappast sum lið ímóti íslendingum. Og til Reykjavík International verða 6 juniorar og 10 svimjarar yngri enn juniorar tiknir út, sum í tíðarskeiðinum 1. september til 1. november hava klárað flestu FINA stig yvir 500 í éinari kappingargrein.

DSC_2954

Sum er hava 5 svimjarar klárað kravtíð til EMS í Istanbul, og 6 til NJM í Bergen:

  • Til EMS í Istanbul: Shaila millum Garðarnar, Mona Simonsen og Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, Kári J. á Høvdanum úr Ægir og Pauli Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag
  • Til NJM í Bergen: Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag, Birita Debes og Astrið Foldarskarð úr FLOT, Helena Sævarsdóttir úr Suðuroyar Svimjifelag, Monika Biskopstø úr Ægir og Høgni Miné úr Havnar Svimjifelag

Hesir svimjarar eru tó ikki allir vísir í at sleppa avstað, við tað at onkur hevur klárað kravtíð í grein har tveir aðrir svimjarar hava betri tíð, og við tað at kappingin í Klaksvík enn er eftir. Í førinum við landsdystinum er hartil neyðugt at finna rætta hóp í mun til tær kappingar sum skulu svimjast ímóti íslendingum, og ætlanin er tí at taka høvuðsvenjararnir í føroysku svimjifeløgunum upp á ráð, á fundi leygarkvøldið í Klaksvík. Sunnukvøldið hevur starvsnevndin hjá Svimjisambandi Føroya so aftur fund í Klaksvík, at taka endaliga avgerð um hvør sum sleppur í landsliðshóparnar.

Tíðarætlan fyri úttøkustevnuna í Klaksvík:

  • Leygarmorgun 31. okt. 2009: Upphiting frá kl 08:30, kapping frá kl 10:00
    – 100 bringu m/k, 200 rygg m/k, 100 firvald m/k, 200 frí m/k
  • Leygardag 31. okt. 2009: Upphiting frá kl 14:30, kapping frá kl 16:00
    – 50 frí m/k, 200 blandað m/k, 100 rygg m/k, 400 frí kvinnur, 1500 frí menn
  • Sunnumorgun 1. nov. 2009: Upphiting frá kl 07:30, kapping frá kl 09:00
    – 400 blandað m/k, 800 frí kvinnur, 50 firvald m/k, 200 bringu m/k, 100 frí m/k
  • Sunnudag 1. nov. 2009: Upphiting frá kl 13:00, kapping frá kl 14:30
    – 100 blandað m/k, 50 bringu m/k, 50 rygg m/k, 200 firvald m/k, 400 frí menn

Sí annars innbjóðing frá Ægir

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.