Ert tú skjótari enn Phelps… til at putta?

Altjóða olympisku nevndin hevur eina kapping her á YouTube og her á www.olympic.org, har ið olympiskar stjørnur sum Michael Phelps, Shawn Johnson og Asafa Powell gera ymiskt heilt ørvísi enn sína vanligu ítróttargrein, og tú so kanst luttaka í kappingini við at senda upp eina video, har tú gert tað betri. Greinin hjá Michael Phelps er at ‘putta’ so nógvar golf-bóltar sum gjørligt, uppá 60 sekund. Vinningurin er ein ferð til olympisku vetrarleikirnar í Vancouver í 2010, og freistin er 15. november 2009.



Eg dugi ikki at síggja um navnið á kappingini skal skiljast sum “The Best Of Us” ella “The Best Of US”, altso um hon eventuelt er avmarkað til bara amerikumenn. Í reglunum stendur ymiskt um at IOC-limir ikki mugu luttaka, umframt fólk sum hava skipað fyri kappingini, og íbúgvar í Quebec, Kanada. So vitt eg dugi at síggja, so er Vancouver í British Columbia heldur enn Quebec. Men við tað at Vancouver so í øllum førum ikki er í USA, so er tað kanska vert at satsa, putta sum ein svakur, og so leggja upp áðrenn tann 15. november 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.