Tit hava sikkurt lagt til merkis handan har kassan til høgru, við ymiskum SMS-líknandi frá kendum svimjinøvnum. Hatta er ein nýggj lista-funka hjá Facebook-líknandi Twitter, har man kann gera sín egna lista við ‘tweets’ frá útvaldum Twitter-brúkarum, at koyra á egna heimasíðu. Í hesum føri er altso talan um listan “svimjing/svimjing” hjá mær, har eg leggi afturat øll tey kendu svimjinøvn sum eg yvirhøvur kann finna, og har vit so kunnu lesa sum t.d. nú, at Cullen Jones og Dara Torres halda við NY Yankees, og at belgiski langteinarin Tom Vangeneugden eftir øllum at døma hevur vant 15.4 kilometrar í morgun (!).
Kanska tað mest kula við hesum er, at svimjararnir ofta ‘tweeta’ við fartelefonini beinleiðis av kantinum, sum merkir at vit nú hava nakað enn meira ‘live’, millum annað á http://www.svimjing.com/live
Eftir øllum at døma í éinari venjing:
“5×400-2000-4×500-3000-2×1000-2000…”
http://twitter.com/tomvangeneugden/status/5585297675