Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya:
Pál Joensen fer nú fríggjadag og leygardag tann 6. til 7. november at kappast á World Cup svimjistevnuni í Moskva, ímóti nøkrum av heimsins bestu langteinarum. Hetta er fyrsta av trimum World Cup stevnum hjá Páli Joensen í november, sum liður í fyrireikingunum ímóti evropameistarastevnuni á stuttgeil í Istanbul í desember.
Kappast verður í stásiligu “Olimpiyskiy” svimjihøllini í Moskva, sum varð bygd til Olympisku Leikir í 1980. Høllin hevur pláss fyri upp til 7500 áskoðarum runt 50 metra langa og 25 metra breiða kappingarhylin, umframt 4500 áskoðarum runt kavingarhylin. World Cup verður altíð svomið á stuttgeil, tað vil siga í 25 metra hyli, og 50 metra kappingarhylurin verður tí onkunsvegna styttur til 25 metrar, ella umskipaður til at svomið verður uppá tvørs av vanligu geilunum.
Pál fer á øllum trimum World Cup stevnum at luttaka í 400 og 1500 frí, har møguleikarnir hjá honum til heiðursmerki eru serliga góðir í 1500 frí. Í Moskva hevur hann fimtbestu tíð í 400 frí, minni enn 3 sekund aftanfyri Nikita Lobintsev úr Russlandi og Mads Glæsner úr Danmark. Í 1500 frí er Pál styrkismettur sum nummar 2, aftanfyri russiska Vitaly Romanovich, ið vann silvur á EM í Rijeka í desember 2008, og frammanfyri danska Mads Glæsner.
Skráin fyri World Cup er hendan:
Fríggjadag 6. november 2009:
- Innleiðandi riðlar frá kl 07:00 føroyska tíð. Pál svimur 400 frí í 12. kapping av 17
- Finalur frá kl 14:00 føroyska tíð. Pál kemur vónandi í finaluna, aftur í 12. kapping av 17
Leygardag 7. november 2009:
- Innleiðandi riðlar frá kl 07:00 føroyska tíð. Pál skal ikki svimja nakað
- Finalur frá kl 14:00 føroyska tíð. Pál svimur finalu í 1500 frí, sum er fyrsta kapping kl 14:00
Sí kunning frá russum: http://www.fina.org/project/docs/events/swc2009/RUS_information.pdf
Altjóða svimjisambandið FINA skipar fyri bæði sjónvarpi og “live timing” á internetinum:
- Live streaming: http://www.universalsports.com/mediaPlayer/media.dbml?id=372810&catid=-2&sid=11665&db_oem_id=23000
- Live timing: http://omegatiming.com/livetiming/index.htm
- Heimasíða: http://www.fina.org/project/index.php?option=com_content&task=blogcategory&id=107&Itemid=541
Á www.svimjing.com/live ber til at síggja sjónvarpssending og ”live timing” á somu síðu, umframt at chatta við aðrar hyggjarar, og síggja føroysk videobrot frá svimjingini.
Fylgið annars við til dømis á www.svimjing.com, www.susvim.com og www.ssf.fo.
Ynskja tit fleiri upplýsingar, kunnu tit ringja til Jon Hestoy, formann í Svimjisambandi Føroya, á tlf 594555, ella til undirritaða næstformann, Rók í Jákupsstovu, á tlf 219754
Myndina tók Jón Bjarnason, av Páli Joensen í “Olimpiyskiy” svimjihøllini í Moskva, í kvøld tá ið teir vóru og vandu har.
vinarliga
Rókur í Jákupsstovu
vegna
Svimjisamband Føroya
ÍSF-húsið
Postsmoga 1329
FO-110 Tórshavn
Tel. +298 317559
Fax. +298 317559
svimfor@olivant.fo
Feskt update um hummarahalar og annað, av http://www.susvim.com:
http://www.knassi.net/knassi_news_show.php?id=27546&number=17&width=